Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu landar sild í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

04.10.2017 - 09:54

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Tróndur í Gøtu hevur fiskað sild norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir hava umleið 700 tons av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í dag.

Tá ið teir komu á Fuglafjørð landaði Fagraberg, og Jupiter átti tørn aftaná.

Skipini hava góðan fiskiskap eftir sild, men trupulleikin er, at tað er ov lang bíðitíð at sleppa av við veiðuna.