Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu landar svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

10.04.2018 - 09:42

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í nátt á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Tróndur í Gøtu hevur fiskað svartkjaft sunnan fyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava umleið 2000 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið Tróndur í gøtu hevur landað, fara teir aftur til fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri Føroyar.