Mynd: Reidar Simonsen/jn.fo

Tróndur í Gøtu og Tummas T landa til Varðan Pelagic

Redaktion

06.01.2017 - 14:00

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Nógv virksemi er á Varðanum Pelagic á Tvøroyri nú um dagarnar.

Seinnapartin í gjár kom Tróndur í Gøtu á Tvøroyri við uml. 1100 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað i ES-sjógvi saman við Baki.

Hetta skrivar Suðuroyarportalurin, sum vísir á, at beint í hølunum á Tróndi í Gøtu kom Tummas T, eisini við uml. 1100 tonsum av makreli.

Tummas T hevur trolað saman við Stelki.

Makrelurin er góður, verður sagt og fiskaður eftir bert fáum tímum, skrivar Suðuroyarportalurin at enda.