Mynd: Reiðaríið

Tróndur í Gøtu skal landa 1300 tons til Pelagos

Kiran Jóanesarson

09.01.2018 - 15:41

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur fiskað makrel í ES sjógvi, og skal landa veiðuna til Pelagos í Fuglafirði.

Tá ið teir komu til Føroyar, landaði Tummas T 1200 tons til Pelagos, og tí fór Tróndur í Gøtu á Runavík, har teir bíðaðu til teir áttu tørn.

Tróndur í Gøtu hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin, og støddin liggur um 400 gramm.

Tað er long bíðitíð at sleppa framat at landa veiðuna, og fleiri skip liggja og bíða eftir landigartørni. 

Tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, sleppur Jupiter framat við sínari last.