Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu skal landa umleið 500 tons av svartkjafti í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

04.01.2018 - 09:32

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu úr Gøtu, skal landa eina svartkjaftalast til Havsbrún í dag.

Tróndur í Gøtu hevur fiskað svartkjaft sunnan fyri Føroyar, og teir hava umleið 500 tons nú teir komu á Fuglafjørð.

Upplýst verður, at Tróndur í Gøtu nú fer at rigga seg til fiskiskap eftir makreli.

Fleiri av uppsjóvarskipunum eru farin á makrelveiðu vestan fyri Hetland, har tey høvdu góðan fiskiskap beint fyri jól.