Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu skal landa 1800 tons í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

28.11.2017 - 22:04

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom á Fuglafjørð fyrr í dag, har teir skulu landa sild.

Upplýst verður, at teir sleppa framat at landa sildina í morgin. Veiðan verður landað til uppsjóvarvirkið Pelagos.

Tróndur í Gøtu hevur fiskað sild norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður eisini at støddin liggur um 390 gramm í miðal.