Mynd: Sverri Egholm

Túgvusteinur fer nú fyrsta túrin eftur gørnum

Kiran Jóanesarson

05.03.2018 - 18:41

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Garnaskipið Túgvusteinur, sum Thor í Hósvík útvegaði sær fyri tíð síðan, fer nú fyrsta túrin eftir gørnum undir Føroyum.

- Skipið hevur ligið á Oyri síðani vit yvirtóku tað, har vit hava sett garnaútgerð og høvuðsklassa tað, upplýsir Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

- Túgvusteinur fer eftir gørnum eystur úr Fugloynni, har teir skulu draga gørnini hjá Thor, sum er á beding í Klaksvík. Thor gjørdi ein roktúr síðsta túr, so vónandi verður tað líka gott hjá Túgvusteini, sigur ein vónríkur reiðari.

Thor fekk seinasta túr heili 16 tons, har so gott sum alt var svartkalvi.

Thor keypti Túgvustein úr Klaksvík í mai í fjør. Hóast skipið er bygt í 1960, so er talan um eitt skip, sum er í sera góðum standi. 

Í 2007 varð skipið umbygt fyri nógvar pengar. Skipið kemur at fiska fyri Vesturland, sum brendi í fjør, og við skipinum vera 10 mans.