Savnsmynd: Eilif Jógvansson

Tummas T hevur landað svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

10.05.2018 - 20:48

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Hjá Havsbrún í Fuglafirði gera tey alt annað enn at sita hendur í favn í hesum døgum.

Svartkjaftafiskiskapurin sunnanfyri Føroyar er góður í løtuni, og skipini sigla til lands mest sum hvønn dag.

Eitt av virkjunum, sum tekur í móti svartkjaftinum er Havsbrún í Fuglafirði, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tummas T hevur júst landað 1500 tons av svartkjafti til Havsbrún, og aftaná teir slapp Høgaberg framat. Teir hava umleið 2000 tons av svartkjafti.

Nógv skip eru á svartkjaftafeltinum sunnanfyri føroyar í løtuni. Talan er um føroysk, íslendsk og russisk skip.