Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tummas T kom á Fuglafjørð seinnapartin

Kiran Jóanesarson

28.11.2016 - 20:46

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Ídnaðarskipið, Tummas T úr Gøtu, kom á Fuglafjørð seinnapartin við svartkjafti.

Tummas T hevur roynt eftir svartkjafti eystanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður. Tummas T hevur umleið 1000 tons av svartkjafti, sum verður landaður til Havsbrún.

Tá ið Tummas T hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap.