Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Tummas T landar 1200 tons i Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

08.01.2018 - 20:47

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tummas T landar í løtuni makrel, sum teir hava fiskað vestanfyri Hetland.

Tummas T hevur 1200 tons, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.

Tummas T hevur fiskað makrel i ES sjógvi vestanfyri Hetland, har hini uppsjóvarskipini eisini royna, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at talan er um góða stødd - 400 gramm í miðal.