Mynd: Sverri Egholm

Turbinan fór á Norðingi - loysa helst leygardagin

Kiran Jóanesarson

10.05.2018 - 15:58

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Norðingur hevði júst sett kós móti landi tá ið teir fingu trupulleikar við motorinum.

Boð vórðu send eftir vaktar og bjargingarskipinum Brimli, sum kom Norðingi til hjálpar, og sleipaði teir á Kollafjørð.

Í Kollafirði varð veiðan - umleið 1000 tons av svartkjafti, landað til Faroe Pelagic, har svartkjafturin verður heilfrystur.

Tá ið Norðingur hevði landað, sleipaði Brimil Norðing á Havnina, har trupulleikin við motorinum skuldi loysast.

Talan er um turbinuna, sum var orsøkin til at Norðingur ikki megnaði at sigla til lands, og upplýst verður, at trupulleikin helst verður loystur leygardagin.

Norðingur fer aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.