Ein nýggjur miðil um skip og fiskivinnu

Fiskur.fo er ein nýggjur sjálvstøðugur miðil á Portalinum.

Fiskur.fo er ein vitanarmiðil við tíðindum, sjónbrotum, talgildum kortum, hagtølum, greiningum og databasum. Eisini er pallur til meiningar og kronikkir.

Byrjað verður í Føroyum og nærumhvørvinum. Seinni koma øll hini fiskivinnulondini við. Málið er føroyskt til føroyingar og enskt til útlendingar.

Byrjað verður við tíðindum. Greiningar og data verða lanserað leypandi.

Fiskur.fo er eitt samstarv millum Knassar og FAREC International.

Tíðindi eru ein ókeypis tænasta, meðan alt annað verður ein haldaraskipan.

Fiskur.fo er fyrsta frambrotið av fleiri ávegis hjá Knassum at menna Portalin til fleiri tænastur. Tað var 19. november 2014 at Fiskur.fo varð lanserað á Portalinum.

Vinarliga
Knassar, Niklái Nysted (tel 733330)
FAREC International, Óli Samró (tel 217895)










Toymið

Óli Samró
tel. 21 78 95
oli@farec.nl

Kiran Jóanesarson
tel. 50 68 66
kj@knassar.fo

Sverri Egholm
tel. 73 33 31
se@knassar.fo

Meiningar

Meiningar er ein pallur til viðgerð av fiskivinnupolitikki, skipanum, búskapi og alt, sum hevur við fiskivinnu og skip at gera. Vinarliga gev títt íkast til kjakið. Tað er ein treyt, at navn er undir.

Vinarliga send títt íkast til oli@farec.nl

Títt íkast

Vinarliga kunna okkum, tá tit hava tíðindi at bera. Myndir eru altíð vælkomnar. Setið tykkum í samband við Kiran Jóanesarson, tel. 50 68 66, kj@knassar.fo.