Upptøka: Tveir skrokkar sjósettir í Póllandi í síðstu viku

Kiran Jóanesarson

05.08.2017 - 17:54

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Í síðstu viku vórðu uppsjóvarskipini Themis og Ocean Star sjósett í Póllandi, har skrokkarnir verða gjørdir.

Ocean Star, sum er eitt uppsjóvarskip á góðar 90 metrar, skal latast einum týskum felagið, meðan hin skrokkurin, Themis, skal sleipast til Skagen, har skipið skal gerast liðugt. Themis er eitt uppsjóvarskip, sum er 63 metrar langt.

Seinasta skipið, sum varð sjósett í Póllandi, sum skuldi sleipast var Rockall, sum skal latast eigarunum síðst í hesum árinum. Skrokkurin hjá rockall, varð sjósettur fyri júst tveimum mánaðum síðan.

Sí upptøkuna niðanfyri.