Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Úr at gera hjá Faroe Pelagic í Kollafirði

Kiran Jóanesarson

04.10.2017 - 13:28

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Á virkinum Faroe Pelagic í Kollafirði hava tey úr at gera í hesum døgum.

Slættaberg kom inn í vikuni við 300 tonsum av sild, sum teir hava fiskað norðanfyri í føroyskum sjógvi. Teir vóru ikki meira enn lidnir at landa, tá ið Norðingur kom á Kollafjørð. 

Teir høvdu 600 tons av sild, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at talan er um góða stødd - umleið 380 gramm.

Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq hevur eisini landað í Kollafirði. Polar Amaroq hevur eisini fiskað norðanfyri hendan túrin. Polar Amaroq hevur landað umleið 400 tons av frystum til Faroe Pelagic.