Mynd: Sverri Egholm

Úr at gera hjá Mest í Havn

Kiran Jóanesarson

03.07.2017 - 18:25

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Hjá Mest í Havn hava tey úr at gera í løtuni. Ein norskur brunnbátur stendur á bedingini, og fleiri skip liggja við bryggju.

Talan er um klárgering og ymiskt viðlíkahald, sum skipini gera á hjá Mest. Við bryggju liggja Tummas T, Fagraberg, Havborg, Arctic Voyager og Tróndur í Gøtu.

Tummas T, Fagraberg og Tróndur í Gøtu hava fiskað svartkjaft, og nú svartkjaftakvotan hjá flestu skipinum er liðug, eru tey farin á beding at gera ymiskt viðlíkahald. 

Arctic Voyager, sum er eitt grønlendskt uppsjóvarskip, kemur helst at liggja í eina góða viku aftrat, um alt gongur eftir ætlan. Skipið ger ymiskt smáarbeiðið í samband við at skipið er keypt til Grønlands.

Havborg, sum varð selt til Russlands fyri tíð síðan ger eisini ymsar broytingar í samband við søluna. Væntandi liggur Havborg á Havnini í góðar tveir mánaðir aftrat.