Mynd: Kiran Jóanesarson

Vesthav fingið eyðkendu litirnar hjá Bakkafrost

Kiran Jóanesarson

05.09.2017 - 13:40

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Brunbáturin, Vesthav, hjá Bakkafrost, hevur seinastu tíðina staði á beding hjá Mest í Havn.

Hjá mest hava teir gjørt ymiskt viðlíkahaldsarbeiði við skipið, millum annað málað tað, soleiðis at tað nú hevur eyðkendu litirnir hjá Bakkafrost, eins og hini skipini, Martin, Róland, Hans á Bakka og allir teir smærru alibátarnir hava.

Vesthav er bygdur í 1997, og kom í føroyska flotan í 2001. Vesthav hevur øll árini havt heimstað í Kollafirði.