Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Vestmenningur og Skoraberg landaðu 180 tons av gulllaksi í gjár

Kiran Jóanesarson

01.08.2017 - 10:29

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Partrolararnir Vestmenningur og Skoraberg, sum hava fiskað undir Føroyum, landaðu veiðuna til Kósina í Klaksvík.

Parið landaði 180 tons av gulllaksi til Kósina í gjár. 

Skipini hava fiskað meginpartin av túrinum norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Tá ið parið hevði landað, fór tey nýggjan túr.