Mynd: Kiran Jóanesarson

Vesturhavið fer aftur til fiskiskap í dag

Kiran Jóanesarson

07.09.2017 - 10:42

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Línuskipið Vesturhavið hevur seinastu tíðina ligið meðan ymiskt viðlíkahaldsarbeiði er gjørt við skipið.

Millum annað eru ymisk klassakrøv gjørd, og eisini er skipið málað í Skotlandi, upplýsir reiðarin.

- Vesturhavið hevur klassað motorin, og so er skipið málað í Peterhead í Skotlandi. Tað er felagið PBP Service, sum hevur staðið fyri tí arbeiðinum, og arbeiðið hevur tikið umleið 7 vikur.

Arbeiðið er nú liðugt, og Vesturhavið fer eftir ætlan aftur til fiskiskap í dag. 

Fari verður til fiskiskap undir Føroyum, upplýsir reiðarin.