Mynd: Sverri Egholm

Vesturleiki á beding hjá Mest í Havn

Kiran Jóanesarson

06.07.2017 - 22:48

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Frystitrolarin, Vesturleiki, úr Sørvági, kom í vikuni á Havnina, har teir skuldu á beding.

Vesturleiki skal gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði hjá Mest, og mett verður at arbeiðið kemur at taka umleið 3 vikur.

Áðrenn Vesturleiki kom á Havnina, høvdu teir landað í Ánunum. Meginparturin av veiðuni var svartkalvi.