Savnsmynd: Jens Kr. Vang

- Vit fara at virka svartkjaft um vit meta at tað er tað rætta

Kiran Jóanesarson

08.05.2018 - 14:30

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

- Meta vit at tað er tað rætta, so fara vit at liggja framvið at framleiða svartkjaft.

Tað sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos, við Portalin.

- Seinasta mánaðin hava vit gjørt ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, sum skal gerast hvørt ár tá ið vit hava tíð til tað, upplýsir Fríðin Ziskason

Tað eru bond og ymiskt annað, sum skal viðlíkahaldast nú virkið liggur stilt.

- Virkið verður klárt aftur ein av teimum næstu døgunum, og meta vit, at tað er tað rætta at fara at fvirka svartkjaft, so fara vit at liggja framvið.

Annars verður tað makrerlur, sum verður tað næsta, sum vit fara at virka her á Pelagos, upplýsir Fríðin Ziskason, virkisleiðari.