Mynd: Kiran Jóanesarson

Vita ikki um nakað annað uppsjóvarskip er ávegis

Kiran Jóanesarson

05.06.2018 - 06:44

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Higartil hava tíðindi gingið um, at tvey uppsjóvarskip eru ávegis í flotan, men Skipaskrásetingin veit einki um nøkur uppsjóvarskip.

Í sambandi við at menningarkvoturnar skulu býtast út um alt landið um stutta tíð, hava fleiri søgur gingið um, at fleiri uppsjóvarskip eru ávegis í føroyska flotan.

Higartil er komið fram, at eitt felag í Sørvági hevur keypt norska uppsjóvarskipið Herøy, og at eitt felag í Vestmanna hevur keypt norska uppsjóvarskipið Rav, men hjá Skipaskrásetingini vita tey ikki um at nakað er ávegis.

Skrásetingarnar av Herøy og Rav eru tó treytaðar av, at feløgini fáa menningarkvotur.