Í desember 2020 avloysti nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri 40 ára gamla Magnus Heinason.
Tað er størri og betri útgjørt, enn gamla skipið var, og talan er um høvuðsamboðið hjá Havstovuni til at gera kanningar av fiski okkara og av havinum sjálvum.
Soleiðis sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, millum annað í nýggjum stuttfilmi um Jákup Sverra. Har greiðir Leon Smith, tekniskur leiðari, eisini frá, hvat skipið kann brúkast til, og hann sigur millum annað, at talan er um ein granskingarpall í heimsflokki.
Í samband við Vísindavøkuna 2020 er ein heimasíða við nógvum tilfari gjørd frá seinastu Vísundavøku umframt undanfarnum vísindavøkum. Millum annað er hesin stuttfilmurin um Jákup Sverra at finna.
- Ein granskingarpallur í heimsflokki
Stuttfilmur um nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra, varð gjørdur í samband við Vísindavøkuna
2021-02-09 15:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald