Innanlands

- Embætisfólk í Havn høvdu ikki funnið seg í tílíkum arbeiðsumstøðum

Janus Rein loysti frá posabandinum í gjárkvøldið. Útróðrarbáturin, sum hann saman við Gunduri Sørensen eigur, verður lagdur restina av árinum, og harvið eru fýra útróðrarmenn í fulltíðarstarvi arbeiðsleysir

Útróðrarbáturin Anru (Mynd: Símun á Høvdanum / Norðoyaportalurin)

Útróðrarbáturin Anru (Mynd: Símun á Høvdanum / Norðoyaportalurin)

2019-11-30 07:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Janus Rein, sum herfyri ognaði sær útróðrarbátin Anru saman við Gunduri Sørensen úr Hvannasundi, loysir frá posabandinum í Facebookstøðudagføring.

Útróðrarbáturin má leggjast restina av árinum, og hann takkar fyrrverandi fiskimálaráðharranum Høgna Hoydal og embætisfólkunum í Havn fyri hetta. Fýra útróðrarmenn í fulltíðastarvi gerast sostatt arbeiðsleysir restina av árinum.

- Hetta vegna ‘fantastisku’ evnini sum hesi fólk hava at skilja og gera kunngerðir, sum stýra umstøðunum í føroysku fiskivinnuni; í hesum førinum viðvíkjandi bólki 5A og 5B. Sjálvt um M/B ANRU telist í millum bestu útróðrarbátar í heyst, og hóast bólkur 5A ikki er lagdur, so eru ‘evnini’ hjá omanfyrinevndu beinleiðis orsøk til at M/B ANRU nú er løgd og menninir sendir til hús. Hetta tí tey, við fyrrnevndu kunngerð í hond, hava blakað ANRU í bólk 5B, sigur Janus Rein.

- Høvdu embætisfólk í Havn funnið seg í tílíkum arbeiðsumstøðum og viðferð? Nei eg hugsi ikki. Eg spýggi, sigur Janus Rein.

- Mínir tankar eru fyrst og fremst hjá Gunduri Sørensen, manningini á M/B ANRU og teirra familjum. Tað er, tá órættvísi sýnist stórst, at man finnur sínar vinir, sigur Janus Rein.

Kunngerðin sum fyrrverandi fiskimálaráðharrin bbroytti í vár sigur, at maður sum vil royna seg sum fulltíðar útróðrarmaður skal prógva seg um útróðrarmann í upp til eitt ár, áðrenn hann verður góðkendur sum fullriknan og loyva honum úr bólk 5B, sum er fyri frítíðarfiskarar og heldur í bólk 5A.

Vørn kom við kunngerð í gjár um at allir fiskidagarnir í bólki 5B vóru brúktir, og at allur fiskiskapurin tí skuldi halda uppat klokkan 23 í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder