
Løgmaður átti at verið kunnaður alt fyri eitt, tá Fiskvinnu- og samferðslumálaráðið fekk eitt skriv frá ICES um, at stórur niðurskurður kundi væntast í tilmælinum fyri makrel og svartkjaft.
Tað segði Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í m.a. fiskivinnumálum fyri Tjóðveldi í Degi og Viku í gjárkvøldið.
– Er nakað mál so mikið í trúnaði hjá einum landsstýrismanni, at løgmaður ikki eigur at fáa tað at vita? Nei, tað haldi eg ikki.
Í svari til fyrispurning hjá Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, upplýsti landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fekk eitt skriv frá ICES 19. september, har ávarað var um stóran niðurskurð. Tilmælið varð tó ikki almannakunngjørt fyrr enn 30. september, og tað var sama dag, sum Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið kunnaði Fíggjarmálaráðið um hetta.
Jacob Vestergaard, sum sjálvur hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum, undraðist undir 1. viðgerð av fíggjarlógini á, at nýggjastu tilmælini frá ICES um makrel, norðhavssild og svartkjaft ikki vóru tikin við.
– Sagt varð, at Fiskimálaráðið/landsstýrið ikki visti um tilmælið, fyrrenn tað varð almannakunngjørt 30. septembur 2025. Hettar samsvarar ikki við tær royndir, sum undirritaði hevur úr Fiskimálaráðnum, tá Fiskimálaráðið varð kunnað um komandi tilmælið av føroyska umboðnum í arbeiðsbólkinum umleið ein mánað, áðrenn tað varð almannakunngjørt, skrivar Jacob Vestergaard í viðmerking til fyrispurningin.
Jóhan Christiansen váttar í svari sínum, at ICES hevur eina mannagongd um at geva eina ávaring, áðrenn tilmælini verða almannakunngjørd, tá ábendingar eru um ógvusligan niðurskurð.
Í Degi og Viku í gjár varð tó upplýst, at Jóhan Christiansen hvørki hevði kunnað Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum ella Aksel V. Johannesen, løgmann um skrivið frá ICES.
Sambært Tórbjørn Jacobsen er talan um týðandi upplýsingar, sum løgmaður eigur at fáa, og við at afturhalda slíkar upplýsingar hevur mann ikki røkt landsstýrismannaembætið á fullgóðan hátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald