Innanlands

- Okkara tjóðarheilsa er enn bundin at sjónum

Løgmaður setti stóru fiskivinnustevnuna Atlantic Fair fyrrapartin. Sí myndir úr Klaksvík

Løgmaður setir Atlantic Fair (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgmaður setir Atlantic Fair (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-17 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin var stóra fiskivinnustevnan, Atlantic Fair, sett í ítróttarhallunum í Klaksvík. Hópin av fyritøkum, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi vísa fram sínar vørur, við tilknýti til fiskivinnu og sjólív.

Tað var Bárður á Steig, løgmaður, sum setti stóru stevnuna.

Í setanarrøðu síni kom løgmaður eitt nú inn á týdningin av at tryggja eina burðardygga fiskivinnu. Hann segði millum annað:

- Heilsan hjá okkara tjóð er framvegis bundin at sjónum. Tí skulu vit altíð tryggja okkum at havsins tilfeingið verður brúkt til tess at tryggja varðandi virði fyri okkara fólk. Hetta skal verða gjørt uttan at oyðileggja møguleikan hjá framtíðar ættarliðum at gera tað sama. Hetta er okkara fremsta raðfesting.

- Føroyar eru millum bestu matvøruframleiðarar og -útflytarar í heiminum. Men okkum tørvar størri fokus á tilvirkingarhættir og gransking av fiskastovnunum. Vit skulu eisini menna nýggjar og meira munadyggar og burðardyggar loysnir til alivinnuna.

Løgmaður nevndi í hesum viðfanti eisini tørvin á at menna burðardyggar loysnir til ferðafólkavinnuna og kanna vakstrarmøguleikarnar fyri kunningartøkni, grøna tøkni og maritimar tænastur.

- Atlantic Fair er av stórum týdningi í hesi menning. Tí stevnan kann vísa fram ta tøkni, ið er neyðug. Og tí hon kann savna  fyritøkur og avgerðartakarar.

Atlantic Fair er eisini opin í morgin og hósdagin.

Jens Kristian Vang, myndamaður, var til staðar tá Atlantic Fair varð sett fyrrapartin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder