2022-05-09 17:05
Nýggjasta skipið hjá farmaskipafelagnum Navigare Shipping í Søldarfirði, Hav Brim, er í dag skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS. Tað boðar Sjóvinnustýrið frá.
Hav Brim er 14 skipið hjá Navigare Shipping í FAS. Skipið er 2.998 bruttotons. Knappar 85 metrar langt, 14,4 metrar breitt og er bygt í Spania í 2008.
Navigare Shipping boðaði í mars mánaði frá, at felagið hevur keypt tvey skip av sama slag frá Arklow Shipping í Írlandi. Tey skuldu til Polands at gera nakrar umbyggingar, áðrenn tær komu í føroyska flotan.
Nú er Hav Brim so skrásett í Føroyum. Hitt skipið er ikki komið í føroysku skipaskrásetingina enn. Tað fær navnið Hav Sund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald