Innanlands

2021 er vánaligasta ár, eg havi upplivað

- Um fiskiskapurin ikki batnar skjótt, so verður trupult at fáa fólk og at hava skipini í vinnu. So álvarsom er støðan, sigur Ivan Holm, skipari á partrolaranum Heyki

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-01-19 18:45 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í fleiri ár hevur tað gingið afturá við upsafiskiskapinum undir Føroyum. 2021 var einki undantak, og gjørdist óivað tað vánaligasta, menn hava upplivað. 

Menn eru ymiskir á máli um, hvørjar grundirnar kunnu vera, og tær eru óivað fleiri.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Heyk, hósdagin 13. januar, tá menn vóru í holt við at rigga eitt nýtt trol til. Tíð var bæði til drekka, prát um trol og fiskiskap, Guds orð, bøn og signing. 

Tá skiparin á Heyki, Ivan Holm, var spurdur hví upsafiskiskapurin hevur verið sera vánaligur síðstu árini, svaraði hann: 

- Ein grund er hitin í sjónum, sum hevur verið alt ov høgur. Hann hevur ligið uppá 8 - 9 hitastig, men nú kólnar hann spakuliga niður á 5,5 stig eystur av landgrunnakantinum og 6 -7,5 hitastig á landgrunninum. So nú vóna vit, at fiskiskapurin tekur seg upp aftur. 

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Ein onnur grund til smáliga fiskiskapin hjá okkum, er ristin, sum nýliga gjørdist eitt krav. Eitt er at krevja rist, men hon er alt ov víð, og so víðkast hon við tíðini. Vit meta, at umleið helvtin av fiskinum fer út aftur, og harímillum rímiliga stórur fiskur. Ristin bognar við tíðini og víðkast, og tí fer eisini stórur upsi útaftur, sigur hann. 

- Eitt trolarapar hevur kannað tað, og har fór millum ein triðing og eina helvt av fiskinum útaftur. Tilfarið í ristini er ov vánaligt. Hon skuldi verið av stáli, og víddin skuldi verið 45 millimetrar ístaðin fyri teir 55 millimetrarnar, sum hon nú er. Best hevði verið við ongari rist, sigur Ivan. 

- Seinna hálvan av januar, februar og nakað út í mars mánað, skuldi verið góð upsatíð. So vit vóna og vænta betri fiskiskap, nú vit fara útaftur aftaná vánaliga veðrið, sigur hann.

- Um fiskiskapurin ikki batnar skjótt, so verður trupult at fáa fólk og at hava skipini í vinnu. So álvarsom er støðan. Ovurfisking er tað ikki, tí tað eru fáir trolarar, sum royna eftir upsa, og so royna trý pør eftir gulllaksi fleiri mánaðir um árið, sigur Ivan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder