Í 2020 fylti stóra verkætlanin við byggingini av nýggja havrannsóknarskipinum Jákup Sverra nógv í søluni, sum var á 420 mió kr. Nettosølan í 2021 var 392 mió kr, og var hetta eitt meira vanligt ár uttan størri verkætlanir, men einamest merkt av vanligum umvælingar- og viðlíkahaldsuppgávum.
MEST er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á góðar 100 milliónir krónur og einum soliditeti á gott 48 prosent.
Samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík, sleipibátavirksemi og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi. MEST luttekur somuleiðis í dag innan plastsveising av útgerð til vinnuna umframt viðlíkahaldi av vindmyllum í Føroyum.
Nýggj turrdokk ávegis
Nýggja ættarliðið av størri fiskiskipum og øðrum skipum í vinnuni verða bygd í hesum døgum. Verandi turrdokk er ov lítil at taka ímóti hesum skipum.
Tessvegna er MEST í eini tilgongd har ein nýggj størri turrdokk ætlandi skal verða klár í 2024. Nýggja turrdokkin verður staðsett beint norðanfyri verandi turrdokk á Skála. Dokkin verður ætlandi 150 metrar long, 30 metrar breið og 12 metrar djúp.
Fyrireikandi arbeiðið við at gera nýggja turrdokk er veruliga farið í gongd.
Burðardygd
Fyri MEST hevur burðardygd stóran týdning og er í eini tilgongd á økinum. MEST tekur atlit til burðardygd í samband við uppgávur, og hvussu arbeiðið í gerandisdegnum verður lagt til rættis.
PAM Offshore Service
Hóast nógvar korona avbjóðingar megnaði PAM Offshore Service at styrkja sína støðu á norska marknaðinum og at fáa avlop á yvir 1 mió kr í 2021.
Framtíðin tengd at heimsbúskapinum
Okkara royndir frá millum annað koronustøðuni seinastu árini vísa, at MEST sum fyritøka er tengd at heimsbúskapinum. Nú korona er við at hasa av, er hon avloyst av eini nýggjari avbjóðing, sum vit neyvan høvdu gjørt okkum far um. Støðan í Ukraina og handilsbann er nú veruliga komið á breddan, og kenna vit ikki avleiðingarnar fyri okkara virksemi enn.
“Sum ein partur av føroysku virðisketuni kenna vit ábyrgd fyri at halda framleiðsluhjólini í gongd og alsamt at menna okkum. Vit hava seinastu árini fingið staðfest, at vit eru ein kappingarfør fyritøka og stimbrar hetta okkum uppaftur meiri til at halda fast í okkara ætlanum at gerast fremsta fyritøkan í Norðurlondum innan veitan av okkara tænastum”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald