Innanlands

Akraberg farin aftur til fiskiskap

Akraberg er farin aftur á rækjuveiðu í Barentshavinum

Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-08-17 17:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg, sum fiskar rækjur ein part av árinum, er farin aftur á rækjuveiðu í Barentshavinum.

Akraberg hevur sjút landað 830 tons av rækjum í Fuglafirði, sum skipið hevur fiskað í Barentshavinum, og fiskiskapurin var hampiligur.

Tá ið komið var á Fuglafjørð, bleiv veiðan landað og manningin skift. 

Akraberg fór aftur til fiskiskap í gjár, og hevur aftur sett kós móti Barentshavinum, har Enniberg, Emerald, Hvítanes og Arctic Viking eisini fiska rækjur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder