2026-01-02 19:21
Verksmiðjutrolarin Akraberg loysti í dag, og er farin aftur til fiskiskap.
Akraberg kom heim tann 14. november við 443 tonsum, og tá var kvotan uppi fyri í ár.
Akraberg hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, har trolarin hevur gjørt ymiskt arbeiði umborð, og fyrr í vikuni fór skipið á Hulk at bunkra.
Í dag setti trolarin so kós aftur móti Barentshavinum, har skipið skal fiska.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/01/02/890x590/1767379472gwrlgbazha.webp)
Akraberg loysti seinnapartin, og er farin aftur til fiskiskap (Mynd: Fishfacts.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald