2025-10-03 15:55

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa rækjur.
- Akraberg hevur 350 tons av rækjum við til lands, og veiðan verður landað til Bergfrost, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Hann leggur aftrat at Akraberg hevur fiskað bæði í Barentshavinum og við Svaldbard hendan túrin.
Tá ið Akraberg hevur landað, og verður riggað til at fara aftur á botnfiskaveiðu, og ætlanin er at fara aftur til fiskiskap eftir vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald