Innanlands

Ango bíðar eftir landingartørni á Havnini

Ango hevur umleið 1300 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún

Ango (Mynd: Sverri Egholm)

Ango (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-19 11:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Ango kom á Havnina í gjár, har teir bíða eftir at sleppa at landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Ango hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnan fyri Føroyar, og hava teir umleið 1300 tons av svartkjafti, sum skulu landast til Havsbrún, har svartkjafturin verður virkaður til fóður.

Tá ið Ango hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder