2022-04-17 15:32
Uppsjóvarskipið Ango kom gjáramorgunin á Fuglafjørð, har skipið skuldi landa svartkjaft.
Ango hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Teir vóru lidnir at landa um 19 tíðina í gjárkvøldið, og settu síðan kós móti Havnini. Júst hvat teir gera á Havnini vita vit ikki, men ivaleyst okkurt smáarbeiðið.
Í løtuni landar Birita svartkjaft til Havsbrún, og aftaná skal Arctic Voyager landa 500 tons.
Sum skilst hevur Arctic Voyager onkrar maskintrupulleikar tí komu teir inn at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald