Innanlands

Ango loysti av Havnini í gjárkvøldið fyri seinastu ferð

Ango loysti av Havnini um 21 tíðina í gjárkvøldið, og hevur sett kós móti Hirtshals

Ango (Mynd: Sverri Egholm)

Ango (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-22 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Ango úr Vági er selt av landinum í sambandi við at felagið hevur ognað sær størri skip úr Íslandi.

Ango, sum upprunaliga kallaðist Junior og kom úr Hirtshals, er nú aftur áveg undir dansk flagg og til gomlu eigararnar, har skipið skal fiska kvoturnar hjá reiðarínum, sum seldi Asbjørn til Íslands fyrr í hesum mánaðinum.

Felagið aftanfyri Ango, hevur longu útvegað sær annað skip, og er talan um gamla Hoffell, sum nú fær navnið Ango, og heimstað í Vági.

Nýggi Ango liggur á Havnini, og skipið fer til fiskiskap tá ið øll neyðug loyvi eru komin uppá pláss.

[object Object]Hoffell hevur fingið navnið Ango, og heimstað í Vági (Mynd: Sverri Egholm) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder