Innanlands

Ango við at verða selt av landinum

Uppsjóvarskipið Ango er við at verða selt av landinum

Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-08 09:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hevur ljóðað, at útlendingar hava havt áhugað í uppsjóvarskipinum Ango, sum hevur heimstað í Vági.

Ango kom í føroyska flotan í 2022, og hevur hilnast væl hjá reiðarínum við sama navni í Vági.

Hetta er annað skipið, sum reiðaríið Ango hevur havt síðani tað bleiv stovnað í 2021, og nú ljóðar, at skipið er um at vera selt til eina fyritøku í Marokko.

Birgir Andreasen, reiðari, hevur ongar viðmerkingar í løtuni.

Keldur, sum Fiskur.fo hevur tosað við, siga, at hald er í søgunum sum ganga, og at ætlanin síðani er at leiga Jupiter, sum hevur heimstað í Klaksvík, og ikki verður brúktur.

Um felagið Ango síðani ætlar at keypa Jupiter ella eitt annað skip, vita vit ikki.

Ango hevur seinastu tíðina ligið á Vági, men kom í dag til Havnar. Sum skilst skulu onkrar tillagingar gerast við skipið áðrenn tað fer av landinum, men reiðaríið hevur sum sagt onga viðmerking í løtuni.

[object Object]Sum skilst, so skal felagið aftanfyri Ango brúka Jupiter sum avloysaraskip fyribils (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder