Innanlands

Arctic Viking komin á Kollafjørð við toski

Arctic Viking hevur 630 tons av toski við til lands

Arctic Viking (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Viking (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-01-10 21:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Rækjutrolarin Arctic Viking er komin aftur av sínum fyrsta toskatúri.

Arctic Viking hevur fiskað í russiska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Arctic Viking loysti úr Føroyum tann 13. november, og kom á Kollafjørð í morgun, har veiðan skal landast, áðrenn skipið fer aftur til fiskiskap.

Manningin hendan túrin taldi 19 mans. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder