Uttanlands

Arctic Viking landar í Tromsø

Arctic Viking er komin til Tromsø við 470 tonsum av rækjum

Arctic Viking (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Viking (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-07-15 11:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Rækjutrolarin Arctic Viking er komin til Tromsø, har trolarin skal landa.

Arctic Viking hevur verið á rækjuveiðu við Svaldbard hendan túrin, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. 

- Vit byrjaðu at fiska 10. mai, so vit hava roynt í góðar tveir mánaðir hendan túrin, sigur Eirikur Magnussen, skipari, sum leggur aftrat at fiskiskapurin var smáligur tá ið teir byrjaðu fiskiskapin, men seinastu dagarnir á túrinum batnaði fiskiskapurin munandi.

Skiparin leggur aftrat, at prísurin á rækjum er góður í løtuni, so teir eru nøgdir við túrin hóast fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Tá ið Arctic Viking hevur landað, og skift fólk, verður farið aftur á rækjuveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder