2024-06-25 09:37
Arctic Viking er komin til Tromsø í Norðurnoregi við 450 tonsum av rækjum, sum teir byrjaðu at landa í gjár.
Arctic Viking hevur fiskað í Hopendýpinum hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Túrurin byrjaði tann 6. mai, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.
Í síðstu viku landaði Emerald eisini rækjur í Tromsø. Emerald hevði umleið 1.000 tons av rækjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald