Blái rækjutrolarin Arctic Viking, sum hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, fer nú skjótt aftur til fiskiskap.
- Vit hava gjørt ymiskt viðlíkahald umborð, eitt nú hava vit yvirhálað høvðusmotorin, sum hevur koyrt 50.000 tímar, sigur Esmar Petersen, skipari.
Hann leggur aftrat, at høvðusmotorurin var nýggjur í 2019, so tað passaði fínt at fáa gjørt nú.
- Arctic Viking hevur ligið á Havnini allan januar, og vit vóna at fara avstað beint sum februar byrjar, sigur skiparin, sum leggur aftrat at skipið fer at fiska rækjur í Barentshavinum.
Umframt høvðusmotorin, so er annað viðlíkahald eisini gjørt á verksmiðjuni og aðrastanðis umborð.
Tá ið Arctic Viking fer til fiskiskao vera 17 mans við rækjutrolaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald