Innanlands

Arctic Voyager og Polar Amaroq fiskað svartkjaft

Fleiri skip landa í Fuglafirði í hesum døgum

Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-12-21 06:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skuldi landa.

Arctic Voyager hevur verið á svarkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava teir 1800 tons, sum teir landa til Havsbrún.

Grønlendska skipið Polar Amaroq landaði í gjár 100 tons til Havsbrún umframt ein part til Pelagos og nakað í Ánunum eisini.

Fagraberg hevur fiskað sild í føroyskum sjógvi og landar umleið 1000 tons til Pelagos.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder