Uttanlands

Arctic Voyager til Skotlands at málast

Uppsjóvarskipið verður riggað til á Hulki at verða dagført og málað í Skotlandi

Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-05-27 18:30 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Arctic Voyager liggur í løtuni á Hulki, har tað verður gjørt klárt at fara til Skotlands at dagføra og mála skipið.

Eitt nú skulu nakrir tangar yvirhálast og síðani skal skipið vatnblásast og málast.

Arctic Voyager fer úr Føroyum í annaðkvøld og arbeiðið tekur eini 10 vikur.

Seinastu tíðina hevur Arctic Viyager fiskað svartkjaft, men restin av kvotuni verður fiskað í heyst. 

Arctic Voyager hevur helvtina av makrelkvotuni og eitt sindur av svartkjaftakvotu eftir av kvotunum. 

Svartkjafturin, sum higartil er fiskaður er landaður bði til matna og til ídnað.

Tá ið svartkjafturin er landaður til matna er hann landaður til Varðan Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirði, meðan hann er landaður til Havsbrún tá ið hann er landaður til ídnað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder