
Almenna partafelagið Firum hevur havt aðalfund, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við ábyrgd av Firum, luttók saman við aðalstjóra og umboðum frá aðalráðnum.
Á fundinum greiddi stjórin frá virkseminum hjá Firum og teimum ætlanum, sum eru á skrá komandi tíðina.
Firum arbeiðir við fleiri spennandi og áhugaverdum verkætlanum, sum allar hava til endamáls at savna vitan og gransking, ið kann verða grundarlag undir eini burðardyggari menning av alivinnuni í Føroyum. Í arbeiðinum hjá Firum verður serligur dentur lagdur á at menna vitan um burðardygga nýtsla av firðum, lús og smittu og so fiskavælferð.
Verkætlanirnar eru í samsvari við visjónina hjá Firum: Vitan til varandi aling.
Á aðalfundinum varð nýggjur nevndarlimur valdur fyri Niels Winther, sum ikki tók við afturvali.
Fyri hann er Árni Ellefsen valdur í nevndina í Pf. Firum. Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu og Turið Mørkøre tóku við afturvali. Starvsfólkaumboðini, sum sita í nevndini í eitt fýra ára skeið, vóru bæði afturvald undan aðalfundinum. Starvsfólkaumboðini eru Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu sum forkvinnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald