Hetta segði landstýrismaður í fiskivinnumálum á Fiskivinnutinginum, sum var á Skúlatrøð í gjárkvøldið.
- Vit hava havt samband við Havstovuna, og har hava vit fingið at vita, at skilabest hevði verið at givið 200 dagar til fleiri bólkar av heimaflotanum. Men vit fara at hækka hetta talið eitt vet, og eg vænti at tað fer at liggja um 300 dagar, sigur Árni Skaale, fiskimálaráðharri.
Spurdur um hví fleiri bólkar, eitt nú bólkur 3, skuldu inn har at fiska eisini, svaraði Árni Skaale, at hesin parturin av flotanum eisini hevði verið við til at veitt Føroyum tey rættindi, sum Føroyar hava í dag.
Finnbjørn Vang, sum er formaður í felagnum fyri útróðraflotan, sigur at hetta fer avgjørt at gera ein mun, men sigur, at tað er ein vandi fyri, at tað verður ov trongligt á leiðunum, um tey størru skipini í heimaflotanum eisini sleppa longur inn at royna, men leggur aftrat, at avgerðin at lata Føroyabanka upp er ein byrjan.
- Heilt stutt fiskaði bólkurin hjá okkum 820 tons, og hetta er minkað eitt vet, og í einari handavending gevur man Bretlandi 1000 tons av hvítfiski. Nakað, sum kundi verið heilt gott aftrat hjá okkara skipabólki.
Formaðurin í felagnum fyri útróðabátar følir at landið ikki hevur nóg nógva virðing fyri timum, eins og hinum skipabólkunum, og hann saknar, at teir eisini fáa tað umtaluna, sum er neyðug fyri at yvirliva, eins og tosað verður um aðrar partar av heimaflotanum.
Sí eisini: Myndir: Fiskivinnuting á Skúlatrøð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald