Mánamorgunin var framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2021 í Smæruni í Tórshavn. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, bjóðaði vælkomin.
Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, løntakarar, útflutning og lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum, inniheldur ársfrágreiðingin um fiskivinnuna 2021 eina greining av oljunýtsluni í føroyska fiskiflotanum.
Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur útvegað frá reiðaríum, inniheldur frágreiðingin eina greining av, hvussu nógva olju ymisku skipabólkarnir hava brúkt í 2019-2021. Eisini verða føroysku oljutølini samanborin við tøl úr norskum fiskiskapi. Ætlanin er, at oljunýtslan í fiskiflotanum verður eitt afturvendandi evni í ársfrágreiðingunum framyvir, og at hon verður nýtt til at meta um gongdina í fiskivinnuni. Umframt stóra týdningin av at minka um CO2 útlátið, so gerst greiningin serliga viðkomandi nú, tá oljuprísurin er omanfyri 100 USD fyri tunnuna, og sostatt leggur stórt trýst á lønsemi og hýrur, serliga í ávísum skipabólkum.
– Tað var sera áhugavert at síggja greiningina av oljunýtsluni í ymiskum skipabólkum, og serliga hugaligt at síggja, hvussu nógvan fisk feskfiskalínuskipini megna at fáa fyri hvønn litur av olju samanborið við aðrar skipabólkar. Eisini var stuttligt at síggja samanberingarnar við Noreg, segði Kristian Martin Petersen, reiðari á Sandshavinum, sum var ein av teimum 60 áhoyrarunum, sum vóru møttir til tiltakið.
Ársfrágreiðingin lýsir eisini onnur viðkomandi evni, so sum Havsins áratíggju, Vakstrarforum og frágreiðingina um lógina um sjófeingi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til Løgtingið.
Ársfrágreiðingin er samvirkin, og er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna. Við hesi ársfrágreiðingini vónar Sjókovin at koma við sínum íkasti til eitt væl upplýst kjak um føroysku fiskivinnuna.
Frágreiðingin kann nú lesast á heimasíðu Sjókovans á sjokovin.fo/fiskivinnan2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald