2022-05-20 22:31
Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2024. Tað skrivaðu Aki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, undir sáttmála um í gjár, sum eisini var seinasti dagur fyri stevnuna í ár.
Áki í Skemmuni, stjóri, sigur við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, at hann er sera væl nøgdur við gongdina og stóra talið av vitjandi.
Fyrsta dagin var nøgdin av gestum ikki so stór, men báðar seinnu dagarnar var sera nógv vitjandi á gátt. Tað speglar sær aftur í, at Atlantic Fair og Klaksvíkar kommuna longu hava gjørt sáttmála fyri Alantic Fair 2024.
Sí eisini: Myndir: Atlantic Fair 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald