Sunnudagin kom grønlendska frystilínuskipið Masilik á Fuglafjørð. Teir komu úr Skagen, har skipið hevði verið á sleipistøð. Teir vóru ørindi á Fuglafirði, áðrenn leiðin gekk víðari til Íslands.
- Ja, vit koma úr Skagen og leggja inn her á Fuglafjørð. Vit fara avstað aftur í kvøld og skulu til Íslands, har vit skulu taka agn og aðra útgerð, áðrenn leiðin aftur liggur móti Eysturgrønlandi. Tað segði skiparin, Gunnar Olsen.
- Vit royna mest eftir toski og svartkalva í Eysturgrønlandi og so viðhvørt eftir svartkalva í Vesturgrønlandi, og gongdin hevur verið brúkilig, sigur hann.
- Skipið er stórt og gott og hevur dragibrunn. Tað er eisini neyðugt, um roynast skal í Eysturgrønlandi meginpartin av árinum. Har er mangan keðiligt veður, so tað er neyðugt við góðum og tryggum skipi, sigur Gunnar.
- Vit heysa og kryvja fiskin, áðrenn hann verður frystur í blokk. Skipið tekur umleið 380 tons.
Við Maselik eru 19 mans, og tað eru bæði grønlendingar og føroyingar, sigur Gunnar Olsen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald