Innanlands

Bakkafrost keypir nýggja tvíkilju frá KJ

Tvíkiljan verður nýbygningur nummar 66, sum KJ byggir og nummar 36 í røðini hjá Bakkafrost

(Mynd: KJ)

(Mynd: KJ)

2024-11-07 13:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bakkafrost og KJ hava skrivað undir avtalu um bygging av nýggjari tvíkilju. Tvíkiljan verður nýbygningur nummar 66, sum KJ byggir og nummar 36 í røðini hjá Bakkafrost.

Tvíkiljan, sum sáttmáli er gjørdur um, er 20 metrar long og nýggju metrar breið. Hetta er ein tvíkilja í somu stødd sum Miðenni, sum KJ handaði Bakkafrosti 6. desember í fjør. Talan er um systurskip til Miðenni og nýggja tvíkiljan verður eins væl útgjørd. Tvíkiljan hevur verið á tekniborðinum í eina tíð, men nú er arbeiðið farið ígongd og verður hon væntandi handað á heystið 2025.

- Menningin hjá føroysku alivinnuni síðstu nógvu árini hevur ført við sær, at tørvur er á størri og máttmiklari tvíkiljum. Tørvurin á størri deksplássi og størri dekskranum ger, at støddin á størstu tvíkiljunum sum vit byggja, er komin upp á 20×9 metrar, sigur Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder