Innanlands

Bakkafrost: Rakstrarúrslitið var 120 milliónir í fjórða ársfjórðingi

Tøkan í fjórða ársfjórðingin 2021 var 25.800 tons - 20.700 tons í Føroyum og 5.100 tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 310 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 214 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 28 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 89 milliónir krónur

2022-02-22 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitið eftir skatt hjá Bakkafrost fyri fjórða ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var eitt hall á 3 milliónir krónur í mun til eitt hall á 38 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 var samlaða úrslitið eftir skatt  964 milliónir krónur í mun til 463 milliónir í 2020.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Úrslitið í hesum ársfjórðinginum var serliga ávirkað av lívfrøðiligum avbjóðingum í Skotlandi. Gongdin er síðani batnað og er fellið komið niður aftur á vanligt støði. Hóast tað eisini hava verið avbjóðingar í Føroyum, so hava vit her sett nógv met í fjórða ársfjórðingi. Metstór nøgd av laksi varð tikin í einum ársfjórðingi eins og fyri árið sum heild. Fóðurfaktorurin hevur ongantíð verið so lágur og støddin á útsetta smoltinum var somuleiðis methøg. Sølan av fóðri á Havsbrún var methøg í hesum ársfjórðinginum samanborið við sama ársfjórðing undanfarin ár, eins og nøgdin fyri alt árið var metstór. Eisini var søluvirðið av liðugvørum methøgt í farna ársfjórðingi.

- Vit eru sannførd um, at átøkini sum eru sett í verk í Føroyum og í Skotlandi, fara at minka um lívfrøðiliga váðan, ið er avgerandi fyri at betra um raksturin og kappingarførið. Fyri at tryggja fígging til stóru íløguætlanina, undirskrivaðu vit í desember nýggja fimm ára lánsavtalu á 700 milliónir evrur, svarandi til á leið 5,2 milliardir krónur. Talan er um eina sokallaða “burðardygga fígging”, ið merkir, at rentan verður ásett í mun til, hvussu væl vit røkka okkara burðardygdsmálum. Hesi mál umfata egna framleiðslu av grønari orku, framhaldandi betring av fóðurfaktorinum og at minka um fellið. Røkka vit málunum, verður rentan lægri, meðan rentan hækkar, um vit ikki røkka málunum.

- Marknaðurin hevur verið sera góður í fjórða ársfjórðingi. Laksaprísurin hækkaði við í miðal 16,48 nok/kg í mun til sama ársfjórðing í 2020, hóast útboðið av laksi vaks. Marknaðarútlitini fyri 2022 eru góð eftirsum útboðið væntandi verður á leið tað sama sum í 2021, meðan eftirspurningurin hækkar, so hvørt sum avmarkingar vegna koronufarsóttina verða sleptar, og ferða- og matstovuvinnan tekur seg upp aftur.”

Samlaða tøkan í fjórða ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 25.800 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 20.700 tons tikin í Føroyum í mun til 16.000 tons sama ársfjórðing árið fyri. Í Skotlandi vórðu 5.100 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 9.300 tons sama ársfjórðing árið fyri. Samlaða tøkan í 2021 var 97.900 tons í kruvdari vekt í mun til 86.700 tons í 2020. Harav vórðu 67.200 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 50.700 tons í 2020, og 29.700 tons vórðu tikin í Skotlandi í mun til 35.000 tons í 2020.

Metstór smolt í Føroyum

Tilsamans vórðu 9,2 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi 2021. 5,1 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi í mun til 5,5 milliónir smolt sama tíðarskeið árið fyri. Smoltvektin í Føroyum í 2021 var 382 gramm í miðal, sum er methøgt.

Ætlanin er framhaldandi at økja um støddina av smoltunum, so hvørt smoltstøðirnar verða víðkaðar. Í Skotlandi vórðu 4,2 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til 3,9 milliónir smolt sama ársfjórðing árið fyri. Tilsamans vórðu 25,5 milliónir smolt sett út í 2021 í mun til 25,0 milliónir smolt í 2020. 14,4 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 11,1 milliónir í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 310 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 í mun til 143 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 var rakstrarúrslitið 1.023 milliónir krónur í mun til 588 milliónir krónur í 2020.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 282 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 samanborið við 63 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing árið fyri. Tøkan eins og prísirnir vóru hægri í hesum ársfjórðinginum enn í sama ársfjórðingi árið fyri. Rakstrarúrslitið fyri 2021 var 904 milliónir krónur í mun til 448 milliónir krónur árið fyri.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 214 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarhall á 54 milliónir fjórða ársfjórðing  árið fyri. 179 milliónir krónur vóru útreiðsluførdar fyri serliga stórt felli í ársfjórðinginum. Rakstrarúrslitið fyri 2021 var eitt hall á 249 milliónir krónur í mun til 24 milliónir krónur árið fyri.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 28 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 80 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Rakstrarúrslitið fyri 2021 var 120 milliónir krónur í mun til 140 milliónir krónur árið fyri.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi 2021 var 89 milliónir krónur samanborið við 48 milliónir krónur fjórða ársfjórðing árið fyri. Rakstrarúrslitið, EBITDA, fyri 2021 var 306 milliónir krónur í mun til 208 milliónir krónur árið fyri.

Í fjórða ársfjórðingi 2021 tók Havsbrún ímóti 27.300 tonsum av ráfiski í mun til 71.900 tons sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 tók Havsbrún ímóti 152.400 tonsum av ráfiski í mun til 283.300 tons árið fyri.

Havsbrún seldi 32.527 tons av fóðri í fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til 30.885 tons sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 seldi Havsbrún 128.489 tons av fóðri í mun til 111.998 tons árið fyri.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.126 milliónir krónur við endan á fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til 1.753 milliónir krónur við árslok 2020. Bakkafrost hevði 3.063 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fjórða ársfjórðingi 2021, og solvensurin var 64 prosent.

Á  ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 29. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 5,14 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder