- Hetta skipið er ikki bygt til havsigling, og tí mugu vit hava rímiliga gott veður allan vegin, áðrenn vit loysa úr Føroyum.
Síðstu dagarnar hevur grønlandska farmaskipið Minik Arctica ligið á Havnini. Skipið siglir vanliga við farmi úr Nuuk til býir og bygdir í miðgrønlandi.
Men hvat gera teir á Havnini?
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í síðstu viku og fekk eitt prát við skiparan Rasmus Hansen. Tá hann var spurdur hví teir lógu á Havnini, svaraði hann:
- Skipið hevur verið í Danmark til 10 ára klassing. Vit eru nú ávegis aftur til grønlandska høvuðsstaðin, Nuuk, men liggja her og bíða eftir hóskandi veðri til at sigla til Grønlands.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Hetta skipið er ikki bygt til havsigling, og tí mugu vit hava rímiliga gott veður allan vegin, áðrenn vit loysa úr Føroyum. Tað sær tíverri út til at draga út við góða og støðuga veðrinum. Vit kunnu sigla til Íslands og bíða har – um neyðugt, men nú fáa vit at síggja, sigur hann.
Rasmus er væl kendur við at sigla millum londini í Norðuratlandshavið. Hann hevur verið stýrimaður og skipari umborð á Tukuma Arctica, hjá Royal Arctic Line, í seks ár og er nýliga blivin skipari á Minik.
Skipið er bygt í Póllandi í 2016. Tað er 45 metrar langt og 13 metrar breitt og lastar 28 bingjur á 20 føtur, 14 í lastina og 14 á dekkið.
Minik er eitt gott og trygt skip, sum hevur dupultan skrokk og er bygt til at sigla, har avbjóðingar eru við ísi.
Manningin telur átta mans. Teir fingu lesnað og skriftstað frá Føroysku sjómansmissiónini.
Eisini fingu teir føroysku heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald