2026-01-11 21:51
Uppsjóvarskipið Birita kom í morgun á Tvøroyri, har skipið skuldi landa makrel.
Birita hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin heuvr verið hampuligur.
Veiðan er landað til matna hjá Varðanum Pelagic.
Talan er um sera góðan makrel, sum Birita hevur fiskað. Støddin liggur um 400 gramm í miðal, og prísurin liggur beint omanfyri 30 krónur kilo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald